Ebba Hentze deyð

Ebba Hentze deyð
Hon týddi hópin av bókum og yrkingum til danskt - bæði úr føroyskum, enskum, týskum, svenskum og norskum máli
Ebba Hentze var 84 ára gomul, nú hon doyði. Henda myndin er frá 1985, tá hon ummælti bøkur í sjónvarpssendingini Glugganum
 
21.05.2015 - 15:11

 Rithøvundurin Ebba Hentze andaðist í gjár, 84 ára gomul. 

Ebba Hentze týddi hópin av bókum og yrkingum til danskt - bæði úr føroyskum, enskum, týskum, svenskum og norskum máli. 

Millum annað hevur hon týtt yrkingar eftir Jóanes Nielsen, Róa Patursson og Jens Paula Heinesen til danskt.

Umframt týðaravirksemið var Ebba Hentze rithøvundur. Hon skrivaði bæði yrkingar og barnabøkur, millum annað "Antonia og Morgunstjørnan", "Antonia mitt í verðini", "Mia, skúlagenta í Havn" og "Mamma eigur meg".

Í 1984 fekk Ebba Hentze Barnamentanarheiðurslønina hjá Tórshavnar Býráð. 

Hon hevði sína fyrstu yrking í 1953 í danska tíðarritinum Hvedekorn. 

Ebba Hentze fylgdi eisini við í norðurlendskum bókmentum, og hevur millum annað umsett finska yrkjaran Edith Södergran til føroyskt.

Í 2006 fekk Ebba Hentze Mentunarvirðisløn M. A. Jacobsens, í 2008 fekk hon Mentanarvirðisløn Landsins,  og hon fekk Sømdargávu Landsins í 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV