Ávarar ímóti at leggja stovnar undir Landsverk

Ávarar ímóti at leggja stovnar undir Landsverk
Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini, sigur, at samanlegging er ikki loysnin, serliga tá fyrireikingarnar ikki eru nøktandi
 
22.05.2015 - 10:37

Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum og formaður í løgtingsins vinnunevnd, ávarar ímóti at leggja fleiri stovnar undir Landsverk, sum ein arbeiðsbólkur mælir til.

Alfred Olsen skrivar í grein, at samanlegging er ikki altíð loysnin. Tað vísa royndirnar av útvarpinum og sjónvarpinum, serliga tá fyrireikingarnar ikki eru nøktandi. Hann skrivar, at vit loysa ongan trupulleika við at leggja fleiri uppgávur afturat ein stovni, sum ikki virkar væl frammanundan.

Strandferðslan er ein stovnur, sum ikki hevur virkað optimalt, hvørki tá ræður um fíggjarstýring ella tænastur seinastu árini, sigur hann. Og at leggja Strandferðsluna saman við Landsverki, er ikki uppskriftin at loysa trupulleikan hjá hesum stovni, heldur Alfred Olsen.

Akstovan riggar væl

Hann sigur seg vera ímóti at leggja Akstovuna undir Landsverk, tí hesin stovnur virkar væl undir givnu fíggjar-, lógar- og kunngerðarkarum. At leggja hesar stovnar saman, sum nærum einki hava til felags,  verður fyrst og fremst eitt haft um beinini á Akstovuni, skrivar Alfred Olsen.

Um Landsverk sigur formaðurin í vinnunevndini, at partar av hesum stovni virka væl, t.d. kavaruddinginin. Men aðrir partar, eitt nú planlegging, at røkja landsvegirnar, ráðgeving, byggileiðsla og byggieftirlit, sum stovnurin hevur havt ábyrgdina fyri, eru ikki nøktandi, heldur Alfred Olsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286