Kjak um virksemið hjá Landsverki

Kjak um virksemið hjá Landsverki
Ein arbeiðsbólkur hevur mælt til, at meira av tí arbeiði, Landsverk ger, verður útveitt
 
26.05.2015 - 10:38

Virksemið hjá Landsverki er nógv broytt frá tí, at stovnurin varð skipaður i 1948. Øll tey fyrstu árini var uppgávan at útbyggja vegir og havnir, binda saman bygdir og oyggjar - og mesta arbeiðið gjørdi Landsverk sjálvt. 

Áttatiárini vóru meira enn 600 fólk í arbeiði hjá Landsverki. Nú verða flestu arbeiði boðin út, og 125 fulltíðarstørv eru á stovninum.

At vera byggiharri krevur m.a. fólk at hava eftirlit við fyrireikingum og byggiarbeiðum, so tað fæst fyri pengarnar, sum avtalað er. Aftrat eftirliti við byggiarbeiðum, viðlíkahaldi av vegum og kavarudding hevur Landsverk seinastu tíggju-fimtan árini fingið ábyrgd av øllum fastognum landsins og stovnum tess, fyrisiting og viðlíkahaldi.

Meira útveiting

Soleiðis eru uppgávurnar broyttar, flestu arbeiði verða boðin út, men arbeiðsbólkurin, sum nú hevur lýst og mett um virksemið hjá Landsverki, heldur tó, at meira kann útveitast.

Tað fara formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður í Tjóðveldi, at kjakast um í sjónvarpsstovuni.

Bogi Godtfred leggur Kjakið til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542