Latið viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti

Latið viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti
Í tveimum førum hava myndugleikar givið innlit í viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti hjá fólki, sum teir ikki høvdu loyvi til sambært lógini
 
01.06.2015 - 08:08

Myndugleikarnir høvdu ikki loyvi at lata hesa upplýsingar, sambært lógini um alment innlit í fyrisitingina, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur kannað, hvussu aðalráðini hjá landsstýrinum viðgera umbønir um alment innlit. 

Umboðsmaðurin hevur kannað 87 innlitsmál hjá aðalráðunum. 

Gjørdar og óhepnar mannagongdir

Endamálið var at vita, um skipanarligir feilir eru gjørdir ella óhepnar mannagongdir hava verið.
Løgtingsins umboðsmaður heldur til dømis ikki, at tað var rætt at sýta fyri at lata innlit í málið um føroyskan limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum.    
Umboðsmaðurin vísir í fleiri førum á, at hóast fult innlit ikki er givið, sæst ikki í málinum, hvørji skjøl, aðalráðini ikki hava latið innlit í, ella hvørjar upplýsingar aðalráðini hava hildið aftur. 

Skjót avgreiðsla
Millum annað kannaði Løgtingsins umboðsmaður heimildina hjá myndugleikum at krevja gjald fyri avrit av skjølum, sum innlit verður latið í.

Eitt dømi er um, at peningur uttan heimild er kravdur fyri avrit av skjølum.

Samanumtikið heldur Umboðsmaðurin, at aðalráðini brúka stutta tíð at avgreiða umbønir um alment innlit. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521