Borgarstjórar kunnu ikki eisini sita í løgtinginum

Borgarstjórar kunnu ikki eisini sita í løgtinginum
Annika Olsen, landsstýriskvinna í kommunumálum, fekk í gjár undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við broytingini í kommunustýrislógini
 
02.06.2015 - 11:47

Eitt upprit hjá Almannamálaráðnum um ætlaðu lógarbroytingina varð lagt fram á landsstýrisfundi í gjár.

Annika Olsen sigur, at niðurstøðan var, at hon skal arbeiða víðari við uppskotinum.

Kemur eftir ólavsøku

Annika Olsen sigur, at ætlanin er framvegis at leggja uppskotið um lógarbroytingina fyri løgtingið eftir ólavsøku. 

Landsstýriskvinnan í kommunumálum heldur, at borgarstjórar hava nú so nógv at gera, at ikki ber til hjá teimum at vera í løgtinginum eisini.

Tá hon í vár frætti, hvussu nógvir borgarstjórar ætla at stilla upp til løgtingsvalið seinni í ár, avgjørdi hon at gera uppskot um broyting í kommunustýrislógini, so fólk ikki kunnu vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037