- Tíðindi, mentan og ítróttur
21 vinnarar: skúlanavnið avdúkað mánadagin

Mánadagin verður avdúkað, hvussu nýggi skúlin í Havn skal eita.
Higartil hevur skúlin, sum skal byggjast úti á Fløtum havt navnið Vesturskúlin.
Men býráðið skrivaði út navnakapping og fekk ikki færri enn 252 uppskot.
21 vinnarar, ein vinningur
Vinnari er funnin, ella vinnarar, tí 21 skutu upp navnið, sum vann kappingina.
Lutakast hevur verið teirra millum um tær 5.000 kr., sum er vinningurin fyri navnið.
Hvat navnið er, verður kunngjørt mánadagin klokkan tíggju.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum fara at avdúka navnið úti á Fløtum, har sum skúlin skal byggjast.
Nýggi skúlin kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.

























