Erdogan vil hava meir vald

Erdogan vil hava meir vald
Vinnur Erdogan valið í dag, fer AKP at broyta grundlógina í Turkalandi
 
07.06.2015 - 11:19

Val er í Turkalandi í dag. Sambært veljarakanningum verður valið enn ein sigur til sitandi forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur stjórnað síðan 2002. 

Stóri spurningurin til valið er, um tað fer at eyðnast hjá flokkinum hjá Erdogan, AKP, at fáa tveir triðingar av atkvøðunum. Eyðnast hetta, fer AKP undir at broyta núverandi stýrisskipanin í Turkalandi, soleiðis at landið frá einari parlamentariskari skipan til eina skipan við størri valdið til forsetan.

Andstøðuflokkarnir í Turkalandi ávara ímóti, at ein atkvøða til AKP er ein atkvøða ímóti fólkaræðinum. Sambært andstøðuflokkunum fer Erdogan at fáa ov nógv vald, um tað eyðnast at broyta grundlógina. 

Fyri at fáa mandat til at koyra eina broyting av grundlógini út til fólkaatkvøðu skal AKP fáa 330 av 550 sessum í turkiska tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748