- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serlækni í gikt settur
Serlækni í gikt settur
Karsten Hansen váttar, at nýggjur serlækni í gikt er settur í starv á Landssjúkrahúsinum.

07.06.2015 - 10:23
Tað hevur verið nógv órógv um umstøðurnar hjá giktviðgerðina á Landssjúkrahúsinum. Serlæknin í gikt, Pero Sore, segði seg úr starvi í fjør, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar.
Landssjúkrahúsið hevur síðani søkt eftir einum giktlækna afturat. Bert ein umsøkjari var til starvið, sigur Karsten Hansen við heimasíðuna In.fo.
Nýggi serlæknin í gikt byrjar í starvinum 1. juli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























