Vilja vita meira um makrelbýtið

Vilja vita meira um makrelbýtið
Fiskivinnunevndin hjá grønlendska Landstinginum vil hava at vita, eftir hvørjum kriterium, grønlendska makrelkvotan varð býtt í ár.
 
13.06.2015 - 11:25

Fiskivinnunevndin hjá grønlendska landstinginum vil nú hava at vita, eftir hvørjum kriterium, grønlendska makrelkvotan verður býtt, og hevur tí biðið grønlendska landsstýri um at fáa meira at vita. Tað skrivar grønlendska KNR.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað dregur út at fáa svar.
- Vit hava roynt at fingið upplýsingarnar í langa tíð. Vit hava millum annað bíðað í tríggjar vikur, fyri at fáa eitt greitt svar, sigur formaðurin í fiskivinnunevndini, Nikolaj Serimiassen, úr Siumut flokkinum.

Grønlendska fiskimálaráðið sendi annars eitt tíðindaskriv út fyri nøkrum døgum síðani, har tey greiddu frá, hvussu mekralkvotan í ár er vorðin útlutað, men fiskivinnunevndin hjá Landstinginum vil kortini hava svar.

Býtið av grønlendsku makrelkvotuni hevur verið rokmikið í ár, tí reiðarí, ið fingu kvotu í fjør, ikki fingu kvotu í ár, skrivar Sermitsiaq. Eisini hevur verið funnist at eigarasamansetingini í summum av feløgunum, sum hava fingið kvotu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360