Havstovan: Allir óbrúktir dagar strikast

Havstovan: Allir óbrúktir dagar strikast
Toskurin og hýsan eru illa fyri, men veiðitrýstið á upsan er ikki ov stórt, sigur Havstovan
 
16.06.2015 - 09:42

Allir óbrúktir fiskidagar skulu strikast og síðani harafturat helvtin av teimum døgum, sum tá eru eftir hjá teimum, sum fiska tosk og hýsu.

Havstovan tekur rívan til í tilmæli sínum til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Men veiðitrýstið á upsan er ikki ov stórt, sambært Havstovuni.

Um nakrar dagar kemur so tilmælið frá Fiskidaganevndini um fiskidagarnar.

Í Fiskidaganevndini eru feløgini hjá skipum og bátum, sum hava fiskidagar, og Fiskimannafelagið. 

Landsstýrismaðurin ger uppskot

Landsstýrismaðurin ger síðani eitt uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hann leggur fyri løgtingið á ólavsøku.

Og í seinasta lagi 18.august skal løgtingið hava avgjørt, hvussu nógvar fiskidagar, flotin fær í fiskiárinum 2015-2016.

Samanumtikið var triði hvør fiskidagur eftir, tá fiskiárið 2013-2014 endaði.

Løgtingið samtykti, at fiskidagatalið í fiskiárinum, sum byrjaði 1.september í fjør, er tað sama sum í undanfarna fiskiári.

   
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744