- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dani dømdur at missa ríkisborgararættin

Talan er um Said Mansour, ið eisini er kendur sum bókhandlarin úr Brønshøj, skrivar Ritzau.
Eystari Landsrættur feldi í dag dóm, har Mansour skal missa ríkisborgararættin. Harumframt at hann skal í fongsul í fýra ár, fyri at hava mælt til yvirgang. Eisini sigur dómurin, at Mansour skal vísast av landinum, tá hann hevur sitið í fongsli. Ítøkiliga merkir tað allarhelst, at hann sleppur at búgva í Danmark undir tí, ið eitur tålt ophold.
55 ára gamli Mansour hevur búð í Danmark síðan 1984 og fekk danskan ríkisborgararætt í 1988. Hann er upprunaliga úr Marokko, og hevur undir rættarmálinum sagt, at hann stúrdi fyri at verða tikin av døgum, um hann varð útvístur til Marokko.
Hetta er aðru ferð, at Mansour er dømdur fyri at hava mælt til yvirgang. Í 2007 varð hann dømdur hálvtfjóðra ár í fongsul fyri at hava mælt til yvirgang, skrivar ritzau.
Verjin hjá Mansour fer at biða um at fáa dómin fyri Hægsta rætt.




























