Sambandsflokkurin fundast í morgin

Sambandsflokkurin fundast í morgin
Kaj Leo Holm Johannesen er komin aftur til landið og fer í morgin á fund saman við Landsnevndini hjá Sambandsflokkinum um politisku støðuna
 
01.07.2015 - 17:03

Landsnevndin hjá Sambandsflokkurin fer at hava fund í morgin um støðuna eftir niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður váttar, at fundurin verður í morgin.

Á skránni verður millum annað fólkatingsvalið, komandi løgtingsval og niðurstøðan hjá kanningarstjóranum Hans Gammeltoft-Hansen um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin.

Løgmaður ongar viðmerkingar

Kaj Leo Holm Johannesen er sjálvur formaður í landsnevndini, harumframt eru millum annað eisini lokalformennirnir í veljarafeløgnum hjá Sambandsflokkinum í landsnevndini, umframt tingmanning og landsstýrisfólk Sambandsfloksins.

Lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum høvdu fund í Skálavík í gjárkvøldið, har tey millum annað viðgjørdu støðuna, eftir at ein niðurstøða í frágreiðingini hjá Hans Gammeltoft-Hansen var, at løgmaður hevði givið løgtinginum skeivar upplýsingar.

Men ongin vil siga nakað um, hvør niðurstøðan á tí fundinum var. Kaj Leo Holm Johannsen hevur ikki hug at gera viðmerkingar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401