Føroyingar velja Mallorka

Føroyingar velja Mallorka
Vánaliga búskaparstøðan í Grikkalandi ger, at ferðaseðlar fáast fyri lítið og lætt - men føroyingar ferðast til Mallorka
 
07.07.2015 - 10:32

Støðan í Grikkalandi hevur gjørt fólk so fjáturstungin, at útlendskar ferðaskrivstovur hava hópin av avlýstum ferðum, sum nú verða seldar víðari fyri ein bíligan penga.

Hetta tykist tó ikki hava stórvegis ávirkan á feriuætlanir hjá føroyingum.

Føroysku ferðastovurnar hava ikki merkt, at føroyingar setast aftur. Hetta tí at so fáar ferðir verða seldar til Grikkalands. Føroyingar ferðast nógv mest til Mallorka og Barcelona, hagar Atlantsflog flýgur beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV