Felags eldraráð í Norðoyggjum

Felags eldraráð í Norðoyggjum
Tá kommunurnar fingu eldraøkið at umsita, fingu tær eisini møguleikan at velja felags eldraráð fyri samstarvsøkið
 
09.07.2015 - 10:09

Á kommunuvalinum í november næsta ár skulu veljarar í øllum Norðoyggjum velja eitt felags eldraráð. Tað mælir umsitingin hjá Klaksvíkar býráði til.

Í Klaksvíkar kommunu er eldraráð. Í hinum fimm kommununum í Norðoyggjum er ikki eldraráð.Í skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í kvøld stendur, at í løtuni hevur bara Klaksvíkar kommunu í Norðoyggjum eldraráð. 

Tí er ikki samsvar millum brúkarapartin, har bara Klaksvíkar kommuna er umboðað, meðan myndugleikarnir í øllum kommununum í Norðoyggjum arbeiða saman í Norðoya Bú- og Heimatænastu. 

Fyri at fáa javnvág millum hesar partar samsvarandi eldralóggávuni mælir umsitingin hjá býráðnum í Klaksvík hinum kommununum í Norðoyggjum til at velja felags eldraráð fyri allar kommunurnar á næsta kommunuvali. 

Hetta eldraráðið skal samskifta við Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Býráðið í Klaksvík fer at viðgera málið á býráðsfundinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179