- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um stuldur á MíttLand framvegis ikki loyst

Ove Randrup er kommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Hann sigur, at teirra kanningar eru lidnar og nú hyggja teirra løgfrøðingar eftir tilfarinum, áðrenn avgerð verður tikin, um tað er grundarlag fyri at ákæra verður reist. Avgerð um hetta verður tikin skjótt - men Ove Randrup fæst ikki at siga nær.
Fleiri fólk eru avhoyrd, men løgreglukommiserurin vil ikki siga hvussu nógv. Hann vil heldur ikki siga, um tað eru ein ella fleiri fólk, sum eru undir illgruna ella hvussu nógvar pengar talan er um.
Málið byrjaði annars ógvuliga einfalt. Fyriskipararnir gjørdu vart við, at tónleikafestivalurin MíttLand, sum var á Amager í Keypmannahavn 5. og 6. september í fjør, var komin í fíggjarligar trupulleikar, tí fleiri hundraðtúsund krónur vóru stolnar. Og tí kundu teir ikki rinda tónleikarunum løn. Men fyriskipararnir søgdu seg vita, hvør hevði tikið pengarnar.
Kortini var málið ikki meldað til løgregluna fyrr enn tvær vikur eftir, at fyriskipararnir boðaðu frá, at onkur hevði stolið úr kassanum. Viðkomandi, sum sambært fyriskiparunum hevði stolið pengarnar, var ein, sum stóð festivalinum nær, søgdu teir.
Síðani hevur verið ógvuliga lítið at frætt um málið. Í oktober í fjør váttaði løgreglan í Keypmannahavn, at málið varð meldað - og at tey fóru at gera avhoyringar í málinum. Í januar frættist so, at tónleikararnir, sum spældu á MíttLand høvdu fingið sína løn. Tað komst ikki av, at stolni peningurin var komin aftur í aftur, men tí at Gudmundur Djurhuus, ein av fyriskiparunum av MíttLand, skipaði fyri eini konsert á Tvøroyri millum jól og nýggjár. Yvirskotið av hesi konsertini varð brúkt at rinda løn til tónleikararnar, sum spældu á MíttLand.
Tá visti Gudmundur Djurhuus ikki at siga, um festivalurin verður aftur í ár. Tann spurningin fær hann heldur ikki svarað í dag. Greitt er tó, at í næstum fæst svar, um grundarlag er fyri at royna málið um stuldurin á MíttLand í rættinum.


























