Nú fáa viðingar eina náttúrulund miðskeiðis í bygd

Nú fáa viðingar eina náttúrulund miðskeiðis í bygd
Náttúrulundin er staðsett vestantil á eiðinum á Viðareiði, niðan fyri skúlan, har sum ein stórur hylur var í gomlum døgum, nevndur Spónhylurin
 
11.07.2015 - 09:43

Eftir at “Áhugafelagið Lund við Spónhyl” var stovnað 19. mai 2015, verður nú farið undir at gera náttúrulundina, sum kann vera nýtt til rekreativ endamál.

Náttúrulundin fer at vera 14.431 m2 til støddar – og hon er staðsett vestantil á eiðinum á Viðareiði, niðan fyri skúlan, har sum ein stórur hylur var í gomlum døgum, nevndur Spónhylurin.

 

Nógv tilfar skal til at gera lundina. 12.600 m3 av eyri skulu til at byggja heyggjar við ymiskum skapi fyri at geva lívd. Oman á heyggjarnar skal mold leggjast, og runnar og annar vøkstur gróðursetast.

Tríggir hylar skulu gerast, og til hetta og at gera gøtur ímillum heyggjarnar skulu 7.000 m3 av gróti brúkast. Miðskeiðis í økinum verður eitt torg, ið hóskar til ymisk tiltøk.

 

Grót og skervur kemur úr Viðareiðistunlinum; eyrur kemur frá avgrevstri inni í Dølum.

Sáttmáli er gjørdur við Articon um at gera heyggjarnar, byrgingarnar og gøturnar. Teir fara í gongd við arbeiðið fyrsta dagin og eru lidnir í seinasta lagi 1. november 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179