Felags eldraráð fyri allar norðoyggjar

bannari
Felags eldraráð fyri allar norðoyggjar
Klaksvíkar kommuna skjýtur upp fyri hinum kommunum í Norðuroyggjum at stovna felags eldraráð
 
12.07.2015 - 09:34

Klaksvíkar Býráð hevur einmælt samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skal skjóta upp fyri hinum kommunum í norðuroyggjum at seta á stovn eitt felags eldraráð fyri allar norðoyggjarnar, galdandi frá komandi kommunuvalskeiði.

Í sambandi við at eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita og ábyrgdast fyri, er tað ásett í eldralóggávuni, at kommunurnar í einum samstarvsøki - tvs. eitt nú í norðoyggjum - kunnu skipa fyri vali av felags eldraráði fyri Norðoyggjar.

Í løtuni er tað bert Klaksvíkar kommunu, sum hevur eitt eldraráð. Tískil er ikki samsvar millum brúkarsíðuna, har bert Klaksvíkar kommuna er umboðað, meðan allar kommununar í Norðoyggum samstarva á myndugleikasíðuni, har tær verða umboðaðar av Norðoya Bú- og Heimatænastu, heldur umsitingin hjá býráðnum.

Fyri at fáa javnvág millum hesar partar samsvarandi eldralóggávuni, mælti umsitingin til, at Klaksvíkar kommuna skuldi skjóta upp fyri hinum kommunum, at eitt felags eldraráð fyri allar
kommunurnar í Norðoyggjum verður valt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485