Obama vil lata Guantanamo aftur

Obama vil lata Guantanamo aftur
Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur nú eina ítøkiliga ætlan fyri, nær Guantanamo-fangalegan á Kuba skal lata aftur
 
23.07.2015 - 09:24

Tað sigur ein talsmaður fyri Hvítu húsini í Washington fyri Reuters tíðindastovuni. 

Tað er tó lítið, ið enn er komið fram um sjálva ætlanina, og nær Gunatanamo skal lata aftur. 

Men trygdarráðgevar hava í langa tíð arbeitt við ætlanini, og hetta verður tikið sum eitt tekin um, at Obama, forseti, hevur ítøkiliga ætlanir um at lata Gunatanamo aftur. 

Tað var eitt av lyftunum hjá Barack Obama, tá hann varð valdur til forseta í 2008, at Gunatamo-legan á Kuba skal lata aftur.

Nú forseta-skeiðið hjá Obama so smátt er farið at halla, streingir forsetin á fyri at fáa ætlanina framda. 

Fleiri ivast kortini í ætlanini, tí fleiri ivamál eru um, hvat skal vera av fangunum, letur Gunatanamo aftur. 

Amerikansa kongressin hevur sagt, at fangar í Gunatanamo-leguni, ikki skulu aftur til USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107