Svimjisambandið: Pál snýttur fyri finalupláss

Svimjisambandið: Pál snýttur fyri finalupláss
Svimjisamband Føroya fer at mótmæla, at Pál Joensen ikki slapp at svimja finalu á 1.500 metra teininum í heimsmeistsrastevnuni í Kazan
Pál Joensen varð snýttur fyri finalupláss, tá ein kinesiskur svimjari gav avboð í heimsmeistarastevnuni í Russlandi um vikuskiftið, sigur Svimjisambandið, sum nú fer at mótmæla
 
10.08.2015 - 12:33

Pál megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men tá Sun Yang úr Kina gav avboð og ikki møtti til finaluna, átti plássið at verið latið Páli Joensen, sum var næstur á listanum.

Men Pál Joensen varð ongantíð boðsendur, og tað átti at verið gjørt sambært reglunum, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, við heimasíðuna, svimjing.com

Svimjisamband Føroya mótmælti á staðnum, men tað broytti einki. Tí er eitt eftirspæl væntandi, og Svimjisamband Føroya fer at mótmæla og kæra avgerðina hjá fyriskiparunum, skrivar svimjing.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329