Komin heim eftir at hava flogið heimin runt

Komin heim eftir at hava flogið heimin runt
Týskvøldið kom ævintýrarin, Norman Surplus, ið eisini steðgaði í Føroyum, loksins heimaftur, eftir at hava flogið runt heimin í fimm ár
Týskvøldið kom norðurírski ævintýrarin, Norman Surplus, heimaftur til Larne í Norðurírlandi, har ferðin eftir heimsmetinum byrjaði fyri fimm árum síðani
Mynd: Norman Surplus/Twitter  
 
13.08.2015 - 09:08

Hann hevur verið leingi á ferð, og fyrrakvøldið endaði hon - ferðin hjá norðuríranum, Norman Surplus, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari.

Ferðin hjá norðurírska ævintýraranum byrjaði fyri fimm árum síðani, og nú, hann kom heimaftur, hevði hann tilsamans flogið 12.070 kilometrar í pinkuflogfarinum.

Ein ferð, sum eisini skuldi tryggjað honum metið at vera tann fyrsti, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari - einum sonevndum gyrocoptara.

Greinin heldur fram niðanfyri

 
WP_20150811_19_06_05_Pro.mp4

Norman and'Roxy' landing in Sandybay after their fantastic round the world trip. Welcome home.

Posted by Paul Johnston on 11. august 2015

- Tað hevur verið ein ógloymandi ferð og eg hevði ikki ímyndað mær frammanundan, at ferðin fór at enda soleiðis, segði Norman Surplus við BBC tá hann kom heimaftur týskvøldið.

Norman Surplus fór úr Føroyum týsmorgunin. Hann steðgaði stutt í Hebridunum, áðrenn hann fleyg seinasta strekkið til Norðurírland, har móttøka var fyri honum týskvøldið.

Norðurírski ævintýrarin hevur flogið heimin runt í pinkuflogfarinum fyri at varpa ljós á krabbamein, sum læknar í 2003 søgdu, at hann hevði lítlan møguleika at vinna á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327