Sóknast eftir útlendskum bumbumanni

Sóknast eftir útlendskum bumbumanni
Løgreglan í Tailandi hevur sent út eina eftirgjørda teldumynd, nú sóknast verður eftir bumbumanninum. 20 fólk doyðu í eini atsókn mánadagin
Løgreglan í Tailandi hevur sent út hesa myndina, nú sóknast verður eftir bumbumanninum, hildið verður stóð fyri bumbuálopinum í Bangkok mánadagin, tá 20 fólk lótu lív
Mynd: Myndugleikarnir í Tailandi  
 
19.08.2015 - 14:10

Løgreglan í Tailandi hevur sent út handtøkuboð eftir einum útlendskum manni, sum løgreglan í landinum orðar seg. Sóknast verður eisini eftir tveimum øðrum fólkum.

Løgreglan send í morgun út eina eftirlýsing saman við eini eftirgjørdari mynd fyrr í morgun, har løgreglan segði seg ikki vita, hvør eftirlýsti maðurin er.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Bumbumaðurin var uttan iva ikki einsamallur um álopini, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við tíðindastovuna AP, sambært BBC News.

Forsætisráðharrin í Thailandi, Prayuth Chan-ocha, sigur, talan er um blóðugsta álopið í søguni hjá Thailandi. 20 fólk doyðu í bumbuálopinum mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454