Nógv hava verið á vali í Havn

Nógv hava verið á vali í Havn
Á middegi hevði fjórði hvør veljari í størsta valstaðnum valt
 
01.09.2015 - 12:52

12.464 fólk kunnu velja í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Jóan Petur Hentze, formaður í valstýrinum, sigur, at nógv bendir, at fleiri ætla sær á val enn undanfarin ár.

Á middegi hevði fjórði hvør veljari longu valt. Tá eru brævatkvøðurnar, sum eru væl fleiri enn seinast, taldar við.

Á seinasta løgtingsvali vóru 85,5 prosent á vali, men luttøkan higartil bendir á, at eini 90 prosent fara at velja.

Jóan Petur Hentze vónar, at úrslitið verður klárt klokkan ellivu í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520