Starvsfólkatalið í ALS endurskoðast

Starvsfólkatalið í ALS endurskoðast
Stýrið í Arbeiðsloysisskipanini er nú farið at endurskoða starvsfólkatalið í ALS, eftir atfinningar úr Løgtinginum
Talið á starvsfólkum í ALS verður nú endurskoðað, eftir atfinningar úr Løgtinginum. Atfinningarnar kunnu ikki fara aftur við borðinum, sigur stýrisformaðurin fyri ALS
 
08.09.2015 - 14:21

Tingfólk í bæði samgongu og andstøðu søgdu í vár, at ALS kostar ov nógv at umsita. Slíkar atfinningar kann stýrið ikki lata fara aftur við borðinum, sigur stýrisformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen.

Stýrið í ALS er farið at viðgera starvsfólkatalið hjá Arbeiðsloysisskipanini eftir at fólk í Vinnunevndini hjá løgtinginum í vár funnast at útreiðslunum hjá ALS til umsiting.

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, vil ikki siga nakað um vigerðina enn, tí hon er ongan veg komin, sigur hann. Viðgerðin heldur fram á næsta stýrisfundi fyrst í oktober.

Tingfólk settu spurnartekin við útreiðslurnar

Starvsfólkatalið hevur samband við fíggjarætlanina hjá ALS fyri 2016. Tá Løgtingið í vár viðgjørdi broytingar í ALS-lógini, settu tingfólk bæði í samgongu og andstøðu spurnartekin við útreiðslurnar til umsiting hjá ALS.

Millum annað segði Hanus Samró, at tað er serstakliga óheppið, at Arbeiðsloysisskipanin ikki tekur í egnan barm, tí nógv bendir á, at nú eru fleiri starvsfólk, sum umsita færri arbeiðsleys.

Hinir samgongumenninir í Vinnunevndini mæltu eisini til at endurskoða útreiðslurnar til umsitingina hjá ALS. Tað kostar alt ov nógv at umsita ALS, søgdu teir.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin settu eisini spurnartekin við umsitingarútreiðslurnar hjá ALS.

Lønirnar tvífaldaðar eftir fýra árum

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at ALS-stýrið kann ikki lata tað fara aftur við borðinum, tá politikarar finnast at ALS. Men hvat úrslitið verður viðvíkjandi starvsfólkatalinum hjá ALS veit hann einki um enn.

Í 2009 arbeiddu 17 fólk hjá ALS, fýra ár seinni, í 2013, vóru tey 32. Men lønirnar vóru tvífaldaðar hesi árini. Tær vóru 6,3 mió. kr. í 2009 og 15 mió. kr. í 2013.

Ein orsøk er, at virksemið hjá ALS er broytt og krevur nú fólk við hægri útbúgvingum. Tey fáa meira í løn enn skrivstovufólk. Sambært heimasíðuni hjá ALS eru 35 fólk í starvi har nú, og tá er Fjølsmiðjan tald við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087