Innlitslógin skal eisini fevna um kongshúsið

Innlitslógin skal eisini fevna um kongshúsið
Norska kongshúsið vil ikki svara spurningum frá fjølmiðlum, hvør fíggjaði ferð hjá krúnprinsahjúnunum í summar
 
22.09.2015 - 15:09

Almenna fjølmiðlanevndin í Noregi mælir nú til, at norska kongshúsið verður fevnt av lógini um innlit. Tilmælið fær eisini undirtøku frá felagnum hjá norskum blaðstjórum og norska fjølmiðlafelagnum. 

Orsøkin til tilmælið er, at norska kongshúsið ikki hevur viljað svarað kritiskum spurningum frá fjølmiðlum um, hvør fíggjaði ferðina til Italia hjá krúnprinsahjúnunum í summar. Tey hildu til í einum luksusbáti, sum kostar fleiri milliónir kr. 

Almenna fjølmiðlanevndin mælir løgmálaráðnum til at viðgera spurningin av nýggjum, um norska kongshúsið og virksemið hjá kongshúsinum skal verða fevnt av innlitslógini. Nevndin sigur, at tað er ein demokratiskur trupulleiki, at innlitslógin ikki er galdandi.

Nevndin tekur tó bara støðu til skjøl til og frá kongshúsinum, og hevur ikki í hyggju at fáa innligt í privatlívið hjá teimum kongaligu.

- Tað er ikki í lagi, at kongalig kunnu fara inn og út úr almenna rúminum, sum teimum lystir, sigur Harald Stanghelle, limur í norsku fjølmiðlanevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974