Lok lagt á happingarmálið á Sandi

Lok lagt á happingarmálið á Sandi
Eingin av pørtunum vil siga nakað sum helst, men fleiri fólk eru við í arbeiðnum at loysa málið
 
24.09.2015 - 17:00

Lok tykist verða er lagt á málið um happingina á Meginskúlanum á Sandi, men líkt er til, at málið er um at verða loyst.

Eingin av pørtunum vil siga nakað sum helst, men fleiri fólk eru við í arbeiðnum at loysa málið.

Málið varð meldað til løgregluna mikudagin í farnu viku. Síðani er SSP komið upp í málið, og tí samstarvinum er løgreglan ein partur av.

Mamman at happaðu gentuni helt, at tað gekk ov seint at fáa málið loyst, og tí skrivaði hon og legði myndir út á facebook um vikuskiftið.

Málið varð nógv umrøtt teir fyrstu dagarnar í vikuni. Síðani hevur eingin verið at hitt, men sum skilst, er gongd í málinum, og tað er um at koma undir land.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717