Nú er aftur fiskaarbeiði í Skopun

Nú er aftur fiskaarbeiði í Skopun
- Nú er komið um tað ringasta, og vónandi fer at vera støðugari arbeiði á virkinum, sigur stjórin í Marine Harvest, Hans Jákup Mikkelsen.
 
24.09.2015 - 11:38

Eftir steðg í nærum tríggjar mánaðir, byrjaði fiskaarbeiði aftur á fiskavirkinum í Skopun í morgun.

Virkið hevur keypt frystan tosk frá línubátinum, Kambi, sum hevur roynt undir Grønlandi. Teir høvdu 230 tons av toski.

Fiskavirkið í Skopun byrjaði aftur um mánaðarskiftið januar/februar.

Goymslan full í summar

At byrja við keypti virkið frystan tosk úr Noregi, sum var lættsaltaður. Men tað gekk heldur striltið at fáa veruliga gongd á, og í summar var goymslan full. Tí bar ikki til at virka meiri.

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at nú er mestsum alt selt, sum var á goymslu, og tí ber til at byrja aftur.

- Vit eru komin um tað ringasta, og nú er bert ein spurningur at fáa nóg mikið av fiski, so tað verur støðugt arbeiði á virkinum, sigur hann.

Virkið í Skopun ætlar at leggja seg eftir at keypa frystan fisk frá føroyskum skipum, bæði trolarum og línubátum.

Fíggja sjálvir raksturin

Marine Harvest gjørdi í fjør av at seta pening í virkið í Skopun, og felagið fíggjar sjálvt rakturin av virkinum.

- Og verður nóg mikið av fiski at fáa, so er ætlanin, at støðugari arbeiði skal vera á virkinum, sigur stjórin í Marine Harvest.

Lættsaltaði saltfiskurin hjá virkinum í Skopun verður fyri tað mesta seldur til Spania, og nakað verður selt til Italia.

Umleið 40 fólk faraat arbeiða á virkinum, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894