Tilflytarar í Klaksvík sleppa fram at býráðnum

Tilflytarar í Klaksvík sleppa fram at býráðnum
Integrasjónsnevndin er mannað við tveimum í býráðnum og fimm tilflytarum.
Býráðið í Klaksvík ger meira enn bara at tosa um integrasjón.
 
26.09.2015 - 15:28

Integrasjónsnevndin í Klaksvík er nú mannað. 

Í nevndini eru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Gunvá við Keldu, býráðslimur, Kinga Eysturland, Jean Gudjonsson,  Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary og Catherine Steinberg.

Klaksvíkar býráð hevur samtykt ein integratiónspolitikk. Og sambært honum skal veljast ein integrasjónsnevnd.

At integrera fólk er at fáa útlendingar at gerast partur av tí samfelag, tey eru flutt í.

Fimm fundir um árið

Ætlanin er, at integratiónsnevndin í Klaksvík skal hava fimm fundir um árið

Uppgávan hjá nevndini verður at leggja fram dagføringar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum við umboð fyri kommununa.

Og endamálið við nevndini er at geva tilflytarum eitt hóskandi umboð og ein formligan møguleika at samskifta trygt við kommununa, samstundis sum kommunan javnan fær dagførda vitan um økið.

Í fyrsta umfari verður talan um royndartíð í eitt ár, frá 1.oktober í ár. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120