Flóttafólk druknað út fyri turkisku strondini

Flóttafólk druknað út fyri turkisku strondini
17 flóttafólk druknaðu í morgun tætt við turkisku strondina, tá bátur teirra sakk
17 flóttafólk druknaðu í morgun tætt við turkisku strondina, tá bátur teirra sakk
Mynd: Aris Messinis © Scanpix.jpg  
 
27.09.2015 - 13:47

Turkiska sjóverjan tók líkini av fólkunum upp. Roknað verður við, at báturin hevði kós móti onkrum av grisku oynnum.

Tey 17 fólkini - fimm kvinnur, fimm børn og sjey menn - druknaðu, tí tey sluppu ikki út úr stongdu kahyttini á bátinum. Sambært altjóða tíðindastovunum vóru øll ættað úr Sýria. 20 onnur, sum vóru á dekkinum á bátinum, bjargaðu lívinum við at leypa í havið og svimja innaftur móti turkisku strondini. Sambært tíðindastovunum vóru tey øll í bjargingarvestum.

Mett verður, at okkurt um 300.000 fólk, flóttafólk og migrantar, hava tikið túrin úr Turkalandi til Grikkalands higartil í ár. Samstundis sum flóttafólkastreymurin úr Sýria heldur fram, so royna framvegis nógv flóttafólk úr Norðurafrika at vinna vegin tvørtur um Miðjarahavið til Evropa. Roknað verður við, at okkurt um ein hálv millión fólk eru komin til Evropa í ár, nógv teirra umvegis vandamiklu leiðina tvørtur um Miðjarahavið í lítlum, vánaligum bátum.

Fleiri enn 2800 fólk hava latið lív ella eru ikki komin afturíaftur á leiðini tvørtur um Miðjarahavið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776