ICES: Nógv minni makrelkvota til føroyingar

ICES: Nógv minni makrelkvota til føroyingar
Føroyska makrelkvotan næsta ár verður nógv minni enn í ár, gera londini í makrelsemjuni, sum fiskifrøðingar í ICES siga
Í ár er føroyska makrelkvotan 133.000 tons. Næsta ár verður hon í ringasta føri 84.000 tons, um londini í makrelsemjuni gera, sum fiskifrøðingarnar í ICES siga
 
30.09.2015 - 16:01

Í ár er føroyska makrelkvotan 133.000 tons. Næsta ár verður hon í ringasta føri 84.000 tons, um londini í makrelsemjuni gera, sum fiskifrøðingarnar í ICES siga.

Men gera londini sum í ár og leggja nakað afturat, verður føroyska kvotan 97.000 tons. Meira enn ein triðing minni av makreli næsta ár, sigur ICES.

Hava bundið seg til at gera eftir tilmæli

Tilmæli hjá ICES um makrelin næsta ár er 667.000 tons, sum eru 36 prosent minni enn heildarkvotan er í ár. Føroyar hava, eins og ES og Noreg, bundið seg til at gera eftir tilmælinum hjá ICES.

Føroyar eiga 12,6 prosent av heildarkvotuni av makreli. Um norðhavssildina sigur ICES, at 317.000 tons kunnu fiskast næsta ár, 12 prosent meira enn í ár. Men svartkjafturin er framvegis illa fyri.

Tilmæli hjá ICES fyri 2016 er 776.000, sum eru 38 prosent minni enn heildarkvotan, sum strandarlondini góvu sær í 2015, men átta prosent minni enn tilmælið hjá ICES fyri 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233