Leitar eftir føroyskum tvíburabeiggjum á Facebook

Leitar eftir føroyskum tvíburabeiggjum á Facebook
Ein kvinna í Noregi biður nú føroyingar um hjálp. Hon sóknast eftir tveimum tvíburum, ið kvinnan sigur eru beiggjar hjá sær
Ein kvinna í Noregi leitar nú eftir tveimum tvíburarbeiggjum, sum kvinnan sigur eru beiggjar hjá sær. Pápin (á myndini) var í Føroyum fyrst í 50-unum. Tí heldur kvinnan, føroyingar kunnu hjálpa í leitanini
Mynd: Skíggjamynd á Facebook  
 
05.10.2015 - 15:20

Norska Sonja Rand Beaton hevur leitað væl og leingi - og hon leitar framvegis. Nú spyr hon føroyingar um hjálp, so hon kann finna tvíburabeiggjar sínar.

Sí eftirlýsingina niðanfyri

Kvinnan biður nú føroyingar um at hjálpa sær, tí pápin var í Føroyum fyrst í 1950-unum. Kvinnan heldur, at føroyingar kanska kunnu hjálpa sær í leitanini.

Roynt hevur verið at finna upplýsingar um beiggjarnar hjá myndugleikunum. Har varð einki funnið, ið kann loysa gátuna um tvíburabeiggjarnar, ið kvinnan leitar eftir.

 

Sonja leitar eftir tvíburabeiggjum føddir í 51 ella 52Deilið, deilið, deilið...Ein norsk kvinna, sum eitur Sonja...

Posted by Sveinur Tróndarson on 1. Oktober 2015

Pápi tvíburarnar var enskur, og búði í Føroyum fyrst í 1950-unum, sambært eftirlýsingini, ið Sveinur Tróndarson hevur sent út fyri kvinnuna á Facebook.

Í mars í 1951 fekk pápi tvíburarnar bústað í Havn, og fyrst í apríl mynstraði hann við sluppini, Torrasól, ið fór til Íslands at fiska. Les alla eftirlýsingina omanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968