Greiðar reglur fyri hvør kann verða nevndur

Greiðar reglur fyri hvør kann verða nevndur
1. november, dag teirra sjólátnu, koma í gildi nýggjar reglur um almenna minngarhaldið hendan dagin
Reglur eru nú gjørdar, sum greitt siga, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu. Tað verður gjørt fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur
 
16.10.2015 - 10:39

Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, eru reglur gjørdar, sum greitt siga, hvør skal á listan.

Fólk skulu vera skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og tey skulu hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Á sjónum merkir á skipi, í báti, á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum.

Ein nevnd, sum varð sett eftir áheitan frá biskupi, hevur orðað treytirnar. Í nevndini vóru Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina.

Neyðugt við nýggjum reglum

Fyri 1. november í fjør stakk ivi seg upp um, hvør skuldi vera á listanum til minningarhaldið fyri tey sjólátnu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at skipanin var farin á glið, og tí var neyðugt at gera greiðar reglur um, hvør skal á listan.

Nevndin, sum síðani varð sett, var samd um, at neyðugt er at hava greiðar avmarkingar fyri, hvør kemur á listan, so ivamálini eru so fá, sum til ber.

Listin er galdandi fyri almenna minningarhaldið 1.november, har sum løgmaður og biskupur eru við, og sum Føroyska sjómansmissiónin skipar fyri.

Einki forðar tó fyri, at minningarhaldini annars kring landið eisini kunnu umfata onnur enn tey, sum eru á almenna listanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762