Minni lodnu næsta ár

Minni lodnu næsta ár
Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður bara stívliga 2.000 tons í 2016, sambært íslendskum blaði
Nú bendir alt á, at føroysku skipini fáa eisini nógv minni lodnu næsta ár. Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður bara stívliga 2.000 tons næsta ár, sambært blaðnum, Fiskifréttir
 
16.10.2015 - 08:03

Nú bendir alt á, at føroysku skipini fáa eisini nógv minni lodnu næsta ár. Sambært blaðnum Fiskifréttir verður føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi bara stívliga 2.000 tons.

Í ár er føroyska lodnukvotan 30.000 tons. Orsøkin er, at sambært kanningum hjá íslendskum fiskifrøðingum er lodnustovnurin minkaður so nógv, at mælt verður til ikki at fiska meira enn 44.000 tons næsta ár.

Støðan kann gerast tann margháttliga, at bara útlendsk skip sleppa at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, tá fiskiskapurin byrjar aftur, norsk skip, grønlendsk skip og føroysk skip.

Føroyar fáa burtur av íslendska partinum

Sannlíkt er, at íslendsk skip fáa onga kvotu fyrr enn lodnustovnurin er kannaður aftur fyrst í komandi ári. Reiðarar og onnur í vinnuni vóna, at tá er stovnurin størri enn er nú.

Sambært nýggjastu kanningini hjá íslendska havrannsóknarstovninum er stovnurin, sum til ber at fiska úr, bara 550.000 tons.

Sambært býtinum, sum strandarlondini eru samd um, eigur Ísland 36.000 tons av teimum 44.000, sum tilmælið hjá fiskifrøðingunum er, Noreg eigur 11 prosent, sum geva 5.000 tons, og Grønland eigur 3.000 tons.

SÍ EISINI Fiska alt ov nógv

Føroyar fáa burtur av íslendska partinum. Men Ísland hevur sáttmála við Noreg um lodnu fyri tosk í Smoguni. Næstu ferð, Noreg skal hava lodnu fyri tosk, skal Noreg hava 35.000 tons.

Noreg eigur so harafturat 5.000 tons sambært býtinum, Grønland eigur 3.000 tons og Føroyar fáa væntandi góð 2.000 tons. Og so er ikki ein stertur eftir til íslendingar sjálvar, um kvotan verður 44.000 tons.

Tí vera bara norsk og grønlendsk skip á íslendsku lodnumiðunum, tá veiðitíðin byrjar aftur, skriva Fiskifréttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979