Væl nøgdur við prísin

Væl nøgdur við prísin
Í dag bleiv nýggja svimjihøllin, Páls Høll, tikin í nýstu í Vági. Dennis Holm, borgarstjóri, er sera væl nøgdur við nýggju høllina
 
17.10.2015 - 16:48

- Undir vanligum umstøðum átti langhylurin í Vági at kostað umleið 80-85 milliónir krónur. Men Páls Høll kostaði einans 20 milliónir krónur.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. 

Dennis Holm sigur eisini við Kringvarpið, at raksturin av høllini verður nógv bíligari enn hjá øðrum svimjihallum.

- Rakstrarútreiðslurnar av hesum hylinum hava ongan týdning í mun til støddina á húsinum, tí at vit fáa avlopshita frá Vagsverkinum hjá SEV.

Dennis Holm sigur, at altjóða svimjifeløg hava longu víst áhuga fyri at koma til Vágs at venja.

- Tað er sjálvandi takkað veri, at Pál Joensen hevur verið so góður sendimaður fyri hesa verkætlanina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523