Noktar seg sekan: Ákærdur fyri heimildarsvik

Noktar seg sekan: Ákærdur fyri heimildarsvik
Ein fyrrverandi býráðslimur í Havn er ákærdur fyri heimildarsvik, tá hann var leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klub 188 í Hoyvík
Ein fyrrverandi leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er ákærdur fyri heimildarsvik, tá hann var leiðari í frítíðarskúlanum. Ákærdi maðurin noktar seg sekan
 
21.10.2015 - 12:27

Rættarfundur er í løtuni, og maðurin er ákærdur fyri at hava flutt kvinnuni, hann tá búði saman við, og sum var reingerðarfólk, 86.000 krónur ov nógv í løn frá mai 2012 til desember 2013.

Við frítíðarløn og øllum gjøldum er samlaða upphæddin 109.000 krónur. Kvinnan hevur eftir avtalu við Tórshavnar kommunu goldið 60.000 krónur aftur, og maðurin er kravdur eftir restini, 49.000 krónur.

Maðurin noktar seg sekan, tí hann sigur, at einki er skjalprógvað. Útvarpið skilir, at ákæruvaldið fer at krevja treytaðan dóm og samfelagstænastu.

Kvinnan, sum fekk lønina, varð eisini skuldsett fyri at hava verið í heimildarsvikinum, men skuldsetingin móti kvinnuni varð tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555