Pólland høvuðsleiklut í NATO

Pólland høvuðsleiklut í NATO
Nýggj uppgerð vísir, at Pólland hevur havt størsta vøksturin í hernaðarligu útreiðslunum samanborið við onnur NATO-lond
Pólland hevur týdningarmiklan leiklut fyri NATO í eystureuropa. Her veittra fløggini framman fyri høvuðsborgina hjá NATO í Brússel
 
24.10.2015 - 13:53

Pólland hevur havt størsta vøksturin í hernaðarligu útreiðslunum seinastu 10 árini, sammett við hini NATO-londini, har tey flestu hava skorið hernaðarligu játtanirnar.
Hetta vísa nýggjar uppgerðir, sum svenska kringvarpið hevur frá Altjóða Friðargranskingarstovninum, Sipri.
Frá 2005 til 2015 hevur Pólland økt sínar hernaðarligur útreiðslur við 68 prosentum í føstum prísum. Samstundis eru hernaðarligu útreiðslurnar minkaðar í størstu NATO-londunum, sum eru USA, Frakland, Bretland, Týskland og Italia.

Russland ræðir
Fram um alt annað er tað leiðslan í Russlandi, sum Pólland er stúrið um.
- Vit hava ongantíð fyrigyklað okkum nakað um Russland. Tá Vladimir Putin kom til valdið, var vesturheimurin positivur, men vit vóru ivingarsom, sigur Marcin Terlikowski frá polska stovninum fyri altjóða viðurskifti í Warszawa.
Pólland hevur gjørt nógvar stórar hernaðarligar íløgur hetta seinasta tíggjuáraskeiðið, m.a. í nýggja rakett-verju. Í ár er vøksturin í hernaðarligu útreiðslunum á fíggjarlógini heili 22 prosent.
- Vit vilja vísa, at vit eru álítandi partur í NATO og rinda fyri okkum, sigur Marcin Terlikowski við svenska kringvarpið.

Fyllir skógvarnar hjá Týsklandi
Leikluturin hjá Póllandi í NATO er støðugt vorðin meira avgerandi. Hetta eru fleiri altjóða verjugreinarar samdir um. Johan Eellend, sum er greinari á verjugranskingarstovninum, FOI, sigur við svt, at Pólland hevur avgerandi týdning fyri førleikan hjá NATO at verja eystureuropa og baltisku londini.
- Fyri at siga tað einfalt, so hevur Pólland yvirtikið tunga hernaðarliga leiklutin, sum Týskland annars hevði undir kalda krígnum, sigur hann.
Amerikanski verju-serfrøðingurin Matthew Krønig, fyrrverandi hernaðarligur strategur í amerikanska verjumálaráðnum, er samdur.
- Í kjalarvørrinum á økta hernaðarliga virkseminum hjá Russlandi, hevur NATO tørv á sterkum samstarvsfeløgum í eystureuropa, sum fyrsti verjugarður móti møguligum russiskum álopum. Og brádliga er Pólland blivið eitt tað týdningarmesta limalandið í NATO, sigur hann við.
Val verður í Póllandi í morgin, men tað er ikki sannlíkt, at leikluturin í NATO verður ávirkaður av valúrslitinum, tí eingin andstøða er í Póllandi móti NATO-limaskapi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762