- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privatu miðlarnir fáa ikki stuðul fyribils
Uppskotið hjá landsstýrismanninum vann ikki frama í Løgtinginum. Nú hevur Rigmor Dam, sum tók við eftir Bjørn Kalsø, biðið Løgtingið strika játtanina.
Annað er at brúka pengarnar, ella ein part av teimum, til. Undir yvirskriftini mentan í eykajáttanarlógina biður landsstýriskvinnan um 600.000 til Norðurlandahúsið, sum ætlar at gera 65 bilpláss afturat við Norðurlandahúsið.
SÍ EISINI Privatir fjølmiðlar fáa nú eisini stuðul úr landskassanum
Parkeringarviðurskiftini eru ein afturvendandi trupulleiki hjá Norðurlandahúsinum, sum bara hevur 45 bilpláss. Stýrið fyri Norðurlandahúsið arbeiðir tí við eini ætlan um at gera 55 bilpláss afturat.
Tær 600.000 krónurnar, sum biðið er um úr landskassanum, er ein fjórðingur av tí, sum arbeiðið er mett at kosta.
Málráðið skal hava 100.000 krónur afturat, skulu málráðgevingin og arbeiðið við stavsetingarorðabókini halda áfram ótarnað í ár.