Føroya elsti: Í dag fyllir hann 107 ár

Føroya elsti: Í dag fyllir hann 107 ár
Elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen í Sørvági, slær enn einaferð øll met, nú hann í dag kann hátíðarhalda enn ein føðingardag
Elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen í Sørvági, fyllir í dag 107 ár. Umframt hann, eru 12 aðrir føroyingar, ið eru 100 ár ella eldri
 
28.10.2015 - 08:55

Í dag er stórur dagur í Sørvági. Theodor Thomassen fyllir 107 ár. Hann er elsti føroyingur nakrantíð. Theodor er føddur í 1908, og hevur síðani hann fylti 100, búð hjá dóttrini Elisu.

SÍ EISINI Elsti føroyingur fyllir 106 ár

Sambært yvirliti frá Fólkayvirlitinum, eru í dag eru 13 føroyingar 100 ár ella eldri. Níggju føroyingar eru 100 ár - tveir eru 102 ár, ein er 103 ár, og so er tað Theodor Thomassen, sum slær øll met, hann fyllir í dag 107 ár.

SÍ EISINI 107 eftirkomarar: Føroya elsti 105 ár í dag

Metið, sum elsta fólk í Føroyum, hevði Drikka á Fløtti við Gjógv. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098