Søkja nú eftir skúlastjóra

Søkja nú eftir skúlastjóra
Mentamálaráðið søkir nú eftir skúlastjóra til nýggja skúlan í Sunda kommunu, Skúlan við Streymin, har 286 næmingar fara at ganga
Skúlastjóri skal nú setast í Skúlanum við Streymin, har allir skúlar í Sunda kommunu verða savnaðir
 
03.11.2015 - 08:07

Allir skúlar í Sunda kommunu verða savnaðir í Skúlan við Streymin, sum byrjar eftir summarfrítíðina næsta ár. Í skúlanum vera 286 næmingar í fyrsta til tíggjunda flokki og 23 lærarar í føstum starvi.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt hálvan juni í fjør at hava ein skúla í kommununi í staðin fyri fimm.

Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi.

Tað kunngjørdi Sunda kommuna tann 21. oktober. Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi ein mánað eftir 21. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688