45 milliónir í skuld strikaðar

45 milliónir í skuld strikaðar
Seinastu fimm árini eru 45 milliónir krónur strikaðar í skuldini hjá línuskipum, tíggju milliónir í fjør, 24 milliónir í 2012 og 11 milliónir í 2009
45 milliónir í skuld vórðu strikaðar hjá línuskipunum seinastu fimm árini, men nú gongur betur
 
11.11.2015 - 08:06

Nú gongur eisini betur hjá línuflotanum. Í fjør batnaði raksturin hjá teimum stóru línuskipunum so nógv, at hann samanumtikið gav avlop, í miðal 403.000 krónur hjá hvørjum skipi.

Tað vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið Numo hevur gjørt. Línuflotin hevði hall øll árini frá 2010 til 2013. Úrslitið í fjør batnaði, serliga tí fíggjarinntøkurnar hjá ávísum skipum vuksu, og haraftrat hækkaði fiskaprísurin.

Størri fíggjarinntøkur stava frá, at okkurt skip hevur fingið skuld strikaða. Í fjør vóru 14 línuskip størri enn 110 tons í Føroyum. Í miðal fiskaðu tey 902 tons og seldu fyri slakar 12,2 mió. kr.

Miðalprísurin var 13,47 krónur fyri kilo. Í 2013 fingu skipini í miðal 2,33 krónur minni fyri kilo. Línuskipini vóru í miðal 222 dagar á fiskileið í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233