Gjógvin lýst upp í samkenslulitum

Gjógvin lýst upp í samkenslulitum
Fleiri kend staðarmerki hava um vikuskiftið borið fronsku litirnar í samkenslu. Eisini í Føroyum hevur samkensla verið lýst
Soleiðis hevur gjógvin við Gjógv sæð út um vikuskiftið, ið hevur verið prýdd við litunum í franska flagginum
Mynd: Skíggjamynd: Jóannis Sørensen/VisitFaroeIslands á Facebook  
 
16.11.2015 - 08:30

Kend staðarmerki úti í heimi hava síðani fríggjakvøldið borið fronsku litirnar, blátt, hvítt og reytt, í samkenslu eftir yvirgangsálopini fríggjakvøldið, tá 129 fólk lótu lív.

Eisini í Føroyum er samkensla víst alment. Leygarkvøldið uttanfyri Løgtingið, og um vikuskiftið í gjónni við Gjógv, ið hevur verið prýdd við fronsku litunum.

 

Faroese landmark lit up in French colors after Paris attacks.After the world was shocked by the terrible incidents in...

Posted by VisitFaroeIslands on 15. November 2015

Ein mynd, ið Jóannis Sørensen hevur tikið, og sum VisitFaroeIslands hevur deilt á Facebook, er longu farin víða um á sosiala miðlinum.

2174 fólk hava vent tumlinum upp fyri myndini eftir 11 tímum, og myndin er somuleiðis eisini deild meira enn 300 ferðirnar á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867