- Lógin er í stríð við javnstøðulógina

- Lógin er í stríð við javnstøðulógina
Lógin um barsilsskipan er í stríð við eina aðra lóg, javnstøðulógina, sigur BLF, felagið hjá búskapar- og løgfrøðingum í Føroyum
Lógin um barsilsskipan er í stríð við javnstøðulógina. Tað sigur Búskapar- og løgfrøðingafelagið, BLF, í hoyringarskrivi
 
24.11.2015 - 09:01

Lógin um barsilsskipan er í stríð við eina aðra lóg, javnstøðulógina. Tað sigur Búskapar- og løgfrøðingafelagið, BLF, í hoyringarskrivi um uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta barsilsskipanina.

Felagið tekur undir við uppskotnu broytingunum. Men so leggur felagið afturat, at tað vil nýta hetta høvið at vísa á, at ásetingarnar í lógini um barsilsskipan eru í stríð við ásetingarnar í javnstøðulógini.

Endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. BLF sigur, at flokkar í samgonguni hava leingi havt javnstøðu sum hjartamál. Teir hava fleiri ferðir nýtt høvið at vísa á javnstøðutrupulleikarnar í galdandi barsilsskipan, tá lógin fyrr hevur verið til viðgerðar.

Halda galdandi lóg byggir á gamla fatan av kynunum

BLF mælir landsins myndugleikum til at gera sítt til at tryggja báðum kynum eins rættindi á arbeiðsmarknaðinum, tað er at fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin heldur fram at arbeiða.

Galdandi lóg um barsilsskipan er greitt dømi um skipan, sum byggir á gamla fatan um lutin hjá kynunum, og greitt ger mun á teimum, sigur felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum.

Búskapar- og løgfrøðingafelagið er sannført um, at kvinnur og menn eiga at hava javnbjóðis rætt til pening úr Barsilsskipanini, og mælir til, at lógarbroytingin, sum nú skal gerast, leggur upp fyri tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762