Vága kommuna lækkar skattin

Vága kommuna lækkar skattin
Vága kommuna fer at lækka skattaprosentið komandi ár.
 
28.11.2015 - 15:31

Býráðið í Vága Kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina, og skattaprosentið verður lækkað úr 23 prosentum niður í 22,75 prosent. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Fólk í Vága kommunu hava rindað 23 prosent í kommunuskatti síðani 2011, tá kommunan heldur óvæntað var noydd at taka Skúlan á Giljanesi niður, og byggja nýggjan skúla.

Nýggi skúlin kostaði meira enn eina álíkning. Hetta skuldi leggjast omaná vanliga raksturin av kommununi.
Nú er skuldin komin niður um eina álíkning, og eitt samt býráð metir, at sjálvt um neyðugt er at hava neyva fíggjarstýring, er umráðandi at veita nøktandi tænastu til borgaran, stendur á heimasíðuni hjá Vága Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008