Sankta Ólavs kirkjulið í Kepmannahavn 100 ár

Sankta Ólavs kirkjulið í Kepmannahavn 100 ár
Í gjár kl.14.00 var søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv í samband við, at Sankta Ólavs kirkjulið í Kepmannahavn bleiv 100 ár
 
29.11.2015 - 09:36

Gudstænastan var ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er virkin.

Undir gudstænastuni sang Mpiri kórið sum preludium: “Harra Guð týtt dýra navn og æra” saman við handklokkuspæli. Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevði altartænastuna og Peter Skov-Jakobsen, Keypmannahavnar biskupur, prædikaði.

Eftir prædikuna sang Mpiri eitt verk hjá Sunnleivi Rasmussen saman við solisti og urgupæli. Hetta verkið er gjørt til henda hátíðardagin. Sum postludium sang Mpiri “Fedranna kirkja” hjá Gudmundi Bruun við urguspæli.

Nevndin hevur latið eitt minnisrit gera í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið. Minnisritið, sum er 160 síður, og bæði á føroyskum og donskum máli, var latið øllum í Føroyahúsinum ókeypis.

Hátíðarhaldið var, viðvíkjandi føroyska málinum søgulig hending, sum staðfestir, at nú eru 100 ár liðin, síðani danski presturin og føroyavinurin, Gudmund Bruun, einaferð um mánaðin kom av Fyn til Keypmannahavnar at hava gudstænastu á føroyskum. Ikki fyrr enn 24 ár eftir tað, í 1939, fekk føroyska málið, við kongligari fyriskipan, sømdir innan kirkjugátt í Føroyum.

Nógv var gjørt burturúr fyri at skapa hátíðardám. Biskupar og prestar luttóku, umboð fyri øll føroysk feløg í Danmark vóru boðin við og guðstænastan bleiv tikin upp til føroyska útvarpið.

Hátíðargudstænastan varð tikin upp til Kringvarp Føroya, og verður send í útvarpinum í dag klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980

Meira um sama evni