Metstórur áhugi fyri Jobmatch

Metstórur áhugi fyri Jobmatch
Áhugin fyri árliga Jobmatch tiltakinum tykist vera stórur í ár. Fyritøkan Syntesa boðar frá, at luttøkan setir met og stevnan er fullteknað
 
06.12.2015 - 16:52

40 fyritøkur og stovnar hava teknað seg til Jobmatch higartil í ár, og harvið er stevnan fullteknað. Haraftrat hava metnógv teknað seg, boðar fyritøkan sum skipar fyri tiltakinum, Syntesa, frá.

Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Á Jobmatch skal bera til at 'matcha' tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava fyri arbeiðsorku, við førleikarnar hjá føroyskum lesandi og útisetum. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum.

Lága arbeiðsloysi í Føroyum verður nevnt sum ein møgulig orsøk til stóra áhugan hjá fyritøkum og stovnum fyri Jobmatch í ár. 

- Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Samstundis er frálandavinnan í einum aldudali orsaka av lágum oljuprísum, sigur Syntesa í tíðindaskrivi.  

Starvsstevnan Jobmatch 2015 verður týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum. 

Tiltakið verður fyriskipað av Tórshavnar Kommunu í samstarvi við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuhúsið og MFS. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735