Krabbameinselvandi evni í e-sigarettum

Krabbameinselvandi evni í e-sigarettum
Í nýggjari kanning hava granskarar kannað innihaldið í 51 av størstu merkjunum innan e-sigarettir
E-sigarettir kunnu innihalda krabbameinslvandi evni, sambært nýggjari gransking
 
13.12.2015 - 16:27

E-sigarettir kunnu innihalda krabbameinsevlandi evni. Í nýggjari kanning hava granskarar kannað innihaldið í 51 av størstu merkjunum innan e-sigarettir.

Granskararnir gjørdust varugir við, at í 75 prosentum av e-sigarett-vætunum var evnið diacetyl. Tað er smakkievni, sum hevur samband við lungnasjúkuna bronchiolitis obliterans, eisini rópt popp-korn-lungu. Tað skrivar blaðið hjá amerikanska Harvard University, sum eitur Harvard Gazette.

- Av tí at størsta stúranin um e-sigarettir hevur snúð seg um nikotin, er framvegis nógv, sum vit ikki vita um e-sigarettir, siga granskararnir.

Hava fyrr víst á vandan

- Umframt at vanaelvandi evnið, nikotin, er í ymiskum nøgdum, kunnu e-sigarettirnar eisini innihalda krabbameinselvandi evnafrøðilig evni, eitt nú formaldehyd, sum okkara kanning vísir, kunnu smakkievnafrøðilig evni, elva til lungnaskaða, sigur David Christiani, professari, sambært Harvard Gazette.

Diacetyl er góðkent sum smakkievni í matvørum í ES, men gransking hevur fyrr víst, at evnið kann hava samband við lungnasjúkur, tá vit anda tað í okkum. 

Navnið popp-korn-lungu er íkomið, tá arbeiðsfólk á verksmiðjum, sum framleiða popp-korn, andaðu smakkievnið diacetyl í seg, og vístu seg at fáa lungnasjúkuna av diacetyl-dampi.

E-sigarettir kortini minni vandamiklar

Fleiri aðrar kanningar hava víst á smakkievni í e-sigarettum, sum kunnu elva til krabbamein ella skaða heilsuna.

Granskarar kjakast tí um, um tað er rætt at viðmæla fólki at leggja av at roykja og heldur brúka e-sigarettir.

- Sambært meting hjá serfrøðingum, sum bretsku heilsumyndugleikarnir hava biðið um, er tað tó minni vandamikið at anda damp frá e-sigarettum í seg enn at roykja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097