22 nýggjar íbúðir skjótt lidnar í Havn

22 nýggjar íbúðir skjótt lidnar í Havn
Seinastu íbúðarhúsini hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn vórðu reist í gjár. Íbúðirnar verða væntandi lidnar í summar
Byggingin av teimum 22 leiguíbúðunum hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn, er nú komin so langt, at seinasta av sjey íbúðarhúsum varð reist seinnapartin í gjár
Mynd: bustadir.fo  
 
18.12.2015 - 09:46

Byggingin av teimum 22 leiguíbúðunum hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn, er nú komin so langt, at seinasta av sjey íbúðarhúsum varð reist seinnapartin í gjár.

Í juni mánað í ár vórðu 12 leiguíbúðir á Skansanum reistar, sostatt eru 34 leiguíbúðir reistar í Havn í ár. Báðar verkætlanirnar verða væntandi lidnar í summar.

Arbeiðið seinkað av veðrinum

Nakað av seinkingum hava verið á Óðinshædd orsakað av veðri, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan, skriva Bústaðir í tíðindaskrivi.

Íbúðirnar eru úr 54 til 86 fermetrar til støddar. Væntandi verða íbúðirnar á Óðinshædd endaliga lidnar komandi summar, og hareftir bjóðaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Leiguprísirnir verða væntandi úr 4.000 uppí 6.000 krónur um mánaðin umframt ljós og hita, siga Bústaðir í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762