5,3 milliónir til Landsbankan

5,3 milliónir til Landsbankan
5,3 milliónir krónir skulu nýtast til at endurstovna Landsbankan.
 
24.12.2015 - 09:57

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið mælir meirlutin í fíggjarnevndini til at seta 5,3 milliónir krónir av til hetta.

Eftir ætlan verður Landsbankin endurstovnaður fyrsta mei 2016.

Fyri rakstur av Landsbankanum í 8 mánaðir í 2016 verða fluttar 2,6 mió. kr. frá Gjaldstovuni og 1,2 mió. kr. frá Hagstovuni, umframt at Landsbankin verður raðfestur við 1,5 mió. kr. í sambandi við endurstovnanina.

Tað var undanfarna samgonga, ið gjørdi av at taka av Landsbanka Føroya. Landsbankin gavst fyrsta apríl 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558