Mótmæli ikki tikin til eftirtektar

Mótmæli ikki tikin til eftirtektar
Arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn byrjar í vár. Nú er talan um eina minni ætlan, tí verður eingin hoyringsfreist hesaferð
Arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn byrjar í vár. Mótmælini sum koma, verða ikki tikin til eftirtektar, sigur formaðurin í Vinnunevndini í kommununi
 
30.12.2015 - 12:29

Arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn byrjar í vár, og mótmælini sum koma, verða ikki tikin til eftirtektar. Tað sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Sjúrður Olsen.

Hoyringsfreist var til fyrru og størru ætlanina, men nú er talan um eina minni ætlan, og tí verður eingin hoyringsfreist hesaferð, sigur hann.

SÍ EISINI Soleiðis sær broytta havnarútbyggingin út

- Tað sum hevur týdning, er, at yvirfriðingarnevndin hevur givið kommununi loyvi til at fara undir at útbyggja havnina, og tað verður gjørt, sigur hann.

Treytirnar frá yvirfriðingarnevndini gera, at sjálvt kajøkið verður einar 10.000 fermetrar minni enn upprunaliga ætlað. Tí er umsitingin farin at kanna, um til ber at fáa ta økið aftur, við at gera aðrar broytingar.

SÍ EISINI Nýggja havnarútbyggingin oyðileggur útsýnið

Ein bólkur ætlar at mótmæla útbyggingini, skipar fyri fundi á Reinsarínum leygardagin. Talskvinnan hjá bólkinum, Sólvá Johannesen sigur, at fólk eru ónøgd við útbyggingina, tí tey vænta nógvan larm og so verður útsýnið í havnini munandi skert.

Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu gjørdi á fundi í gjár av at bjóða arbeiðið út at útbyggja havnina. Roknað verður við at tilboðini koma inn um hálvan mars.

Tá tey eru avgreidd, verður farið undir at fyrireika útbyggingina, og so er ætlanin at arbeiðið skal byrja sum skjótast, sigur Sjúrður Olsen. Mett verður, at útbyggigin av Tórshavnar havn fer at kosta millum 350 og 400 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096