Fær ein møguleika afturat

Fær ein møguleika afturat
Reiðaríðið, sum í desember ikki slapp at reka vinnuligan fiskiskap, tí útlendska ávirkanin var ov stór, fær ein møguleika afturat.
Ocean Group Faroes Ld. rekur nótaskipið Asbjørn Senior, sum kemur úr Hirtshals.
 
02.01.2016 - 12:21

10. desember fekk reiðaríðið Ocean Group Faroes Ltd. boðini frá Fiskimálaráðnum, at felagið ikki kundi reka vinnuligan fiskiskap, tí útlendska ávirkan var ov stór.  

Hetta tí at felagið sambært ársroknskapinum fyri 2014 hevði eitt útlendskt ábyrgdarlán á 67 milliónir krónur, og hetta ger, at felagið ikki livur upp til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at 2/3 av avgerðarrættinum í feløgum, sum virka í fiskivinnuni, skula vera føroyskir. 

Dagin eftir avgerðina hjá Fiskimálaráðnum, 11. desember 2015, hevði Ocean Group Faroes eykaðaðalfund, har ein nýggj ársfrásøgn fyri 2014 varð samtykt, har lánið á 67 milliónir krónur varð broytt til eitt veðlán.  

Grannskoðarin Óli Regin Hansen, sum starvast fyri grannskoðaravirkið Menta, hevur eisini skrivað eina váttan um, at tað var ein feilur í ársroknskapinum fyri 2014. Talan var ikki um eitt ábyrdarlán, men eitt veðlán. 

Ocean Group Farpes Ltd. hevur tí latið ein ársroknskap inn fyri 2014. 

Um Skráseting Føroya góðkennir hendan ársroknskap, kann støðan vera ein onnur hjá Ocean Group Faroes Ltd.  

Í øllum førum skrivar Fiskimálaráðið í brævi til advokatin hjá felagnum, Niels Winther Poulsen, 18. desember 2015, at Fiskimálaráðið í fyrsta umfari bíðar eftir eini niðurstøðu frá Skráseting Føroya viðvíkjandi spurninginum um nýggjan ársroknskap fyri 2014. 

"Fiskimálaráðið fer siðan at taka málið til viðgerðar aftur", skrivar Fiskimálaráðið til Ocean Group Faroes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115