Færri brotsverk í Grønlandi

Færri brotsverk í Grønlandi
Seinastu tíggju árini er talið av brotsverkum fallið, og tað var eisini galdandi í 2015, sigur løgregluovastin Bjørn Tegner Bay við KNR.
 
02.01.2016 - 11:40

Hóast løgreglan í Grønlandi hevði úr at gera í fjør, gongur tað kortini rætta vegin. Seinastu tíggju árini er talið av brotsverkum fallið, og tað var eisini galdandi í 2015, sigur løgregluovastin Bjørn Tegner Bay við grønlendska kringvarpið KNR.

Í 2014 vóru 722 harðsskapsmál. Í 2015 er talið millum 650 og 700 harðskapsmál. Hóast talið minkar, eru framvegis ómetaliga nógv harðsskapsmál í Grønlandi, ásannar løgregluovastin.

Hóast harðsskapsmálini ikki eru eins mong í tali, sum tey hava verið, er talið av siðamisbrotum tað sama, sum tað hevur verið seinastu tíggju árini, millum 130 og 150 mál árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688